Í sambandi við HM endaspælið hjá føroysku hondbóltskvinnunum í Trier í Týsklandi helt landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálaráðnum, Eirikur í Jákupsstovu, røðu fyri kvinnunum á serligum stuðlatiltaki. Tiltakið var hildið á hotellinum, har kvinnurnar gista í hesum døgum.
Niðanfyri ber til at lesa talu landsstýrismansins:
"Góðu leikarar, venjarar, hjálparfólk, stuðlar og øll onnur. Góðu føroyingar!
Í gjár, tá eg kom inn í høllina saman við einum rópandi riðli av føroyingum, til mín fyrsta til dyst hjá einum føroyskum hondbóltslandsliði uttan fyri Føroyar, bleiv eg fangaður av løtuni. Tað skuldi eitt sindur til at súgva hesa hendingina til mín – fyrsta HM endaspælið hjá einum føroyskum landsliði. Tað gjørdi nakað við meg at síggja, hvussu hinir áskoðararnir gapaðu, tá føroyingarnir í samlaðum flokki komu inn í høllina.
Men tað var eisini nakað annað, tí har hingu tey. Fløggini hjá teimum 32 londunum, sum millum tey 211 limalondini hjá Altjóða Hondbóltssambandinum, IHF, hava megnað at fáa lið við til hetta heimsmeistaraskapið í Trier.
Brasil, Kina, Danmark, Týskland og so framvegis. Og so ímillum Spania og Frakland hekk Merkið í høllini.
Vit síggja føroyska søgu fara fram beint framman fyri eygunum á okkum her í Trier.
Og eg hugsi, at hetta er eitt gott stað at byggja uppá føroyska søgu, tí hetta er ein býur við nógvari søgu. Rómverjar grundløgdu býin í fyrstu øld. Altso fyri næstan 2.000 árum síðani. Teir bygdu millum annað eitt amfiteatur, har gladiatorar vórðu kastaðir fyri vill djór og í krovið á hvørjum øðrum.
Undir vøllinum eru hølir, har djór og gladiatorar vóru áðrenn dystirnar. Har er myrkt og hevur allarhelst ikki verið nakað serliga tespiligt. Men tá mann kemur upp trappurnar og inn á opna plássið, so kann mann ímynda sær, hvussu tað hevur verið at koma upp úr myrkrinum og inn í ljósið, har rúgvur av fólki sótu og hildu við sínum gladiatori. At hann megnaði at vinna ein dag afturat. At hann knógvaði mótstøðufólkunum aftur hesa ferð.
Tit eru lítið øðrvísi, tá ið tit trína inn á vøllin í Trier Arena. Okkara modernaðu svørðsleikarar. Tit kasta tykkum fyri alt, sum er fyri. Eisini tá ið tit steðga kvinnum, sum eru hálvaaðru ferð so stórar sum tit, sæst ongin ótti. Bara hegni, styrki og vilji.
Og so stór smíl, tá tað eydnast.
Júst soleiðis eru tit fyrimyndir. Eitt orð, sum vit allarhelst brúka í so ofta, tí bókstaviliga merkir orðið, at tað er tað, sum mann skal royna at blíva.
Men tað eru tit. Tit brúka tíma eftir tíma. Leggja lívið til rættis, so tit fáa givið hondbóltinum tykkara besta.
At leikarar eru við, sum hava átt børn fyri tveimum mánaðum síðan, sigur ótrúliga nógv um tykkum. Og tá tit so fara á vøllin, so er tað við øllum, sum tit eiga.
Tað gjørdu tit í gjár, og tað gera tit hvørja ferð. Ella sum ein tykkara segði á heimasíðuni hjá IHF fyri nøkrum døgum síðan:
Tað er veruliga nakað, sum vit síggja og hava sæð gjøgnum eina tíð eftirhondini.
Eg sá tykkum í sjónvarpinum spæla EM-endaspæl í Basel, har tit fingu ein flottan javnleik móti krútsterka Kroatia, ið frammanundan hevði spælt seg í HM-hálvfinaluna. Eg sá tykkum vinna á Íslandi í síðsta mánaði - ein stór hondbóltstjóð, ið vit hava sæð upp til í nógv ár - og tað var ikki hepni!
Tað var hart arbeiði. Tað vóru evni og stríðshugur. Og ein trúgv uppá, at Føroyar altíð kunnu flyta seg fram og spæla upp móti heimsins sterkastu, um bara vit tora.
Hendan trúgvin er kjarnin í tykkara søgu, tí tit hava ikki gingið nakran lættan veg.
Harðar venjingar eftir arbeiði og skúla, møði og skaðar, men framum alt ein sterkur felagsskapur!
Tit bera Merkið, sum eyðkennir verkið, sum tað stendur á blusunum. Tit bera hvítu, bláu og reyðu litirnar, men tit bera eisini okkara dreymar.
Tit bera ein boðskap um, at alt ber til.
Og tá tit ganga inn á vøllin her í Trier, so gongur eitt heilt land saman við tykkum. Ikki bara vit, ið sum frægast royna at stuðla í høllini. Tað eru allar Føroyar, sum standa stillar, tá ið tit fara á vøllin.
Gekk mann ein túr úti á gøtunum í Føroyum, meðan tit vóru á vøllinum í gjár, so var mantómt. Frammanfyri sjónvarpsskíggjanum sótu familjur og vinir. Tey róptu gleðisróp, tá ið tit sendu harpiks-smurda bóltin í meskarnar hjá Montenegro, og tey vóru errin, tá tit forðaðu teimum frá at skora. Soleiðis fer at vera alt hetta endaspælið.
Vit síggja á tykkum øllum, at tit eru stoltar av at umboða Føroyar. Og Føroyar eru stoltar av tykkum. Tit lyfta okkum, og fáa okkum øll at savnast um tykkum.
Tit gera, at tað nýggja vanliga er, at Føroyar eru við til endaspøl. Nakað sum fyri 10 árum síðan vóru dreymar, sum mann hevði hug at smílast at, um onkur segði tað.
Av tí eg veit, at tit allar samlar, alla tíðina, gera tykkara allarbesta, so havi eg bara eina áheitan til tykkum: Njótið hetta!
Eg skal takka hvørjari einastu av tykkum fyri at hava tikið okkum við á hesa ferð.
Tit vísa enn eina ferð, at Føroyar kunnu alt, um vit bara standa saman og trúgva upp á tað.
Takk fyri, at tit gera okkum so errin!
Og takk fyri, at tit bera Føroyar út í heim við einum smíli, einum stríðshuga og einum vilja, sum gladiatorarnir høvdu verið øvundsjúkir inná.
Góða eydnu her í Trier!
Takk fyri."