21.02.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Tilboðini at byggja Sambýlið í Reynstún á Argjum latin upp

Tilboðini at byggja Sambýlið í Reynstún á Argjum latin upp

Tilboðini at byggja nýggja Sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki í Reynstúni á Argjum vórðu latin upp fríggjadagin. Landsstýrismaðurin, Sólvit E. Nolsø, fegnast um, at tilboðini vóru innanfyri kostnaðarmetingina.

Landsverk fer nú at eftirkanna tilboðini og at gera avtalur við arbeiðstakarnar.

Landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja verklagslógina at byggja nýggja sambýlið fyri Løgtingið, har biðið verður um heimild at brúka í mesta lagi 54 mió. kr. Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2022 og er mett at taka 18 mánaðir. Sambýlið verður sostatt eftir ætlan liðugt í november 2023.

Sambýlið til fólk við menningartarni og fjølbreki er 1.314 fermetrar til støddar. Bygningurin, ið er í einari hædd, er skipaður í trimum eindum; tvær búeindir og ein felagseind. Í hvørji búeind eru níggju íbúðir og felagsøkið við køki, aktivitetsstovu og kyrrustovu. Í felagseindini eru starvsfólkahølir, felagskøkur, vaskarí, tøknirúm og sansarúm. Í felagseindini er eisini toilett til gestir og avvarðandi.