02.11.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Tillukku Eivør

Í sambandi við, at Eivør Pálsdóttir hevur vunnið tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021, hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hesa kvøðu:

Góða Eivør

Hjartaliga tillukku við tónleikavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum.

Tú hevur gjøgnum nógv ár bergtikið bæði okkum føroyingar og áhoyrarar úti í heimi við tíni vøkru rødd, nemandi tónleiki og rúnabindandi framførslum. Tín virkisleið sigur frá hørðum og miðvísum arbeiði og tíni inniligu halgan til tónleikin og listina.

Í tínum tónleiki spennir tú víða og um nógvar tónleikagreinar, og samstundis er føroyski mentanararvurin og okkara móðurmál ein varði í tínum tónleiki. Eg vil tí eisini takka tær fyri, at tú so yndisliga og stórsligið hevur borið fram føroyska mentan á altjóða pallinum og givið umheiminum lut í okkara dýrabara mentanararvi.

Virðisløn Norðurlandaráðsins telist millum fremstu mentanarligu virðislønirnar. Virðislønin er tær sanniliga væl uppiborin og er ein staðfesting av tínum dygdum sum songkvinna.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Mynd: www.norden.org