08.09.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Tilmæli um góðu tilgongdina verður handað

Í sambandi við at arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við at skipa eina góða tilgongd hjá familjum við barni við autismu, er liðugur við sínum tilmæli, verður tíðindafundur í Almannamálaráðnum í morgin, týsdagin 9. september kl.10.00.

Á tíðindafundinum verður tilmæli handað landsstýrisfólkunum Annika Olsen, Bjørn Kalsø og Karsten Hansen og formanninum í Kommunufelag Føroya Heðin Mortensen.

Eisini fer formaðurin í Autismufelag Føroya, Jørmund Foldbo at greiða frá tilgongdini hjá familjum við autismu, og arbeiðsbólkurin fer at leggja tilmæli fram.

At enda fara landsstýrisfólkini og kommunufelagsformaðurin at skriva undir eina yvirlýsing, um at miða ímóti at fylgja tilmælinum í størst møguligan mun. Yvirlýsingin verður handað formanninum í Autismufelag Føroya.

Tað eru Autismufelag Føroya, Mentamálaráðið, Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Kommunufelag Føroya sum í felag skipa fyri tíðindafundinum.

Høvi verður at seta spurningar.