
Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum fekk handað tilmælið um tænastupolitikk á tíðindafundi í Almannamálaráðnum í morgun.
Heitið á tilmælinum er "Borgarin takast uppá ráð". Tilmælið kann lesast her og frágreiðing um tilmælið kann lesast her.
Tænastupolitikkurin er liður í arbeiðinum at dagføra lóggávuna viðv. tænastum.
Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at tænastupolitikkurin verður lagdur fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis í vár.
Ætlanin er at leggja uppskot um tænastulóg fyri Løgtingið komandi tingsetu.
Myndir frá handanini: