
Hósdag 3. apríl 2014, var enn eitt tiltak fyri arbeiðsgevarar um rúmligan arbeiðsmarknað, hesaferð í Havn. P/F Poul Michelsen var vertur fyri tiltakinum, og Almannamálaráðið hevði boðið um 20 arbeiðsgevarar at umrøða evni.
Endamálið við tiltakinum var at koma í dialog við arbeiðsgevarar í teirri vón, at báðir partar kunnu blíva klókari uppá møguleikarnar og avbjóðingarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum anno 2014.
Poul Michelsen, vertur, beyð vælkomin, og Rúni Olsen, Maritimur stjóri
á Smyril Line, greiddi frá, hvussu Smyril Line uppá fýra ár hevur broytt starvsfólkahópin frá at 90 % var útlendsk manning, til nú, at 90 % er føroysk manning. Eisini greiddi hann frá góða samstarvinum við ALS, og samstarvinum, ið Smyril Line hevur við Almannaverkið í mun til lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Susanne Nielsen, fíggjarleiðari í SMS, greiddi frá, hvussu tey handfara støður við sjúkrameldingum, eins og hon vísti á góðu royndirnar, ið SMS hevur við parttíðar sjúkrameldingum. Samstundis vístu hon á hvar betringar kunnu gerast, m.a. í mun til at talgilda fráboðanir millum læknar og arbeiðsgevarar.
Marjun Berg og Hallur Thomsen, deildarleiðarar á Almannaverkinum høvdu somuleiðis framløgur, har tey greiddu frá um amboðini í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Annika Olsen, landsstýriskvinna helt røðu, har hon m.a. segði, at spurningurin um, hvussu mann fær fleiri at vera partur av arbeiðsmarknaðinum er eitt av størstu og mest týðandi evninum í politiska kjakinum í londunum kring okkum.
Les alla røðuna her: Røða rúmligur arbeiðsmarknaður - tiltak apríl 2014