
Á fundi hjá Unga Tjóðveldi í vikuni var evnið Sex krevur samtykki.
Katrin á Neystabø fyri Amnesty International og Elin Winther Poulsen fyri Sig frá verkætlanini hjá Almannamálaráðnum tóku lut á fundinum.
Tær greiddu fyrst frá kampanjuni, sum Fólkaheilsuráðið, Politiið í Føroyum, Amnesty og Almannamálaráðið hava gjørt í felag.
Síðani vóru spurningar og kjak.
Ungu fundarluttakararnir høvdu nógvar spurningar og nógv áhugaverd sjónarmið vórðu umrødd á fundinum.