Í herviligu ódnini í farnu viku stóð nógv á fleiri staðni kring landið. Á Tvøroyri var um reppið, at fólk komu til skaða, tá ið yvirtromin av sambýlinum fór.
Sum landsstýriskvinna við ábyrgd fyri eldraøkinum harmar tað meg, at tey sjey búfólkini á sambýlinum á Tvøroyri mistu sítt heim undir ódnini.
- Tað er mín vón, at ein loysn verður funnin skjótt, so bæði starvsfólk og búfólk kunnu koma í tryggu og heimligu karmarnar aftur, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Somuleiðis vil eg sum landsstýriskvinna vegna Almannamálaráðið takka øllum, sum veittu starvsfólkunum og búfólkunum hjálp óveðursdagin í farnu viku, leggur hon afturat.