01.10.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Tvær mió. til arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2014 er kontan Stuðul til arbeiðsrættað tilboð økt 1,8 mió.

Stuðulin verður latin til at stuðla stovnseting ella verkætlan av einum arbeiðsrættaðum tilboði til persónar, sum eru sálarsjúkir ella hava sálarligar trupulleikar, við Fountain húsi sum fyrimynd. Stuðulin verður latin við ávísum treytum, sum verða ásettar í reglugerð.