
Tað er tíverri rættiliga ójavnt, hvussu umstøðurnar hjá borgarunum eru, sum búgva á stovni og sambýli í høvuðsstaðnum . Tað ásannar Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum í farnu viku vitjaði heim og bústaðir í Havn undir Stuðuls- og Trivnaðartænastuni og Børn & Ung.
-Í summum førum er talan um ótíðarhóskandi bygningar, sum ikki eru bygdir til endamálið og eru niðurslitnir. Tíverri er tað støðan hjá fleiri, at tey búgva í hølum, sum eru at samanbera við eitt barnakamar. At borgarar ikki hava møguleika at fara størri høli er harmiligt, og hevur eina keðiliga ávirkan á sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum vitjaði sambýlini á Mýrini og Bóndaheygi, toymið fyri autistar á Ovarugøtu, sambýlið fyri seinaheilaskadd á Niðarugøtu, Vistarheimið, Føroya Barnaheim, bústovnin á Børkugøtu, Eirargarð og sambýlið á Bóndaheygi. Rósa Samuelsen heldur tað vera umráðandi at síggja og kenna umstøðurnar hjá teimum, sum búgva á stovni og sambýlunum. Hetta skapar eitt betri útgangsstøði til at betra um tænastuna á økinum. Tí er hon sera fegin um vitjanina.
- Ein støðumynd verður gjørd av øllum stovnum fyri at fáa greiðu á, hvørjum standi bygningarnir eru í og hvørjum støði tilbúgvingin er. Tá ið støðumyndin fyriliggur verður lættari at raðfesta og byggja nýggjar bygningar til endamálið. Tað er einki dulsmál, at umstøðurnar kunnu betrast, og tað verða tær eisini. Pengar eru játtaðir til nýggj sambýli í Eysturoynni og Klaksvík til fólk við menningartarni, so tey fyrstu stigini at bøta um umstøðurnar eru longu tikin, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.