22.04.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

UNESCO-nevndin hitti landsstýriskvinnuna

UNESCO-nevndin hitti landsstýriskvinnuna

Føroyska UNESCO-nevndin var fríggjadagin 21. apríl á fundi við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum. Á fundinum kunnaði nevndin landsstýriskvinnuna um virksemið hjá nevndini og um hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

UNESCO er ST-stovnur fyri útbúgving, vísindi og mentan. Endamálið hjá UNESCO-nevndini er at vera ráðgevi hjá landsstýrinum, at fremja UNESCO-arbeiðið í Føroyum, og at vera bindilið millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Uppgávurnar hjá UNESCO-nevndini er at kunna um UNESCO og arbeiða við UNESCO-málum í Føroyum. Í fjør mælti UNESCO-nevndin landsstýrinum til at taka undir við UNESCO-sáttmálanum um at verja og fremja mentanarliga margfeldið og uppskot um undirtøku fyri sáttmálanum verður í løtuni viðgjørt í Løgtinginum. UNESCO-nevndin hevur eisini mælt landsstýrinum til at Føroyar gerast partur av millumtjóða havgranskingarsamstarvinum í ST-nevndini undir UNESCO, IOC.

Harafturat samstarvar føroyska nevndin við aðrar UNESCO-tjóðarnevndir, serliga tær norðurlendsku tjóðarnevndirnar.

UNESCO er ein millumtjóða felagsskapur, ið hevur alstóran týdning, ikki bara fyri samstarvið innan virkisøkini útbúgving, vísindi og mentan, men eisini fyri frið og trygd í heiminum. Eg eri sera fegin um, at Føroyar hava sína egnu rødd á hesum altjóða palli,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan í mentamálum setir UNESCO-nevndina við umboðum fyri stovnar og feløg innan virkisøkini útbúgving, vísindi, mentan og samskifti. Nevndin er tilnevnd fyri 4 ár.

Á myndini:
Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Armgarð Weihe, aðalskrivari í UNESCO-nevndini, Elsbet Heðinsdóttir Christiansen, læringur og limur í UNESCO-nevndini, Annika Smith, landsbókavørður og limur í UNESCO-nevndini, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og limur í UNESCO-nevndini, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum og formaður í UNESCO-nevndini og Eilif Gaard, granskari á Havstovuni og limur í UNESCO nevndini.