Universitetsbókasavn og bókasavnsgjald til rithøvundar raðfest á fíggjarlógini
Løgtingið samtykti fyrr í ár nýggja bókasavnslóg, ið kemur í gildi 1. januar. Tað sæst nú aftur í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024, har økta virksemið á bókasavnsøkinum verður raðfest við 1 mió. kr.
Bókasavnsgjaldið, sum verður býtt millum føroyskar høvundar, sum skriva, týða ella prýða føroyskar bøkur, og hvørs bøkur eru til taks á føroysku bókasøvnunum, verður hækkað við 250 tús. kr., upp í 1,793 mió. kr.
Universitetsbókasavnstænansturnar verða eisini raðfestar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024. Játtanin til rakstur av Landsbókasavninum verður hækkað við 750 tús. kr. til at menna universitetsbókasavnstænasturnar á Landsbókasavninum. Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingarøkið sum heild eru nógv ment seinastu árini, og tað sæst aftur í at lesandi, undirvísarar, granskarar og onnur hava ein alt størri tørv á fjølbroyttum og skikkaðum universitetsbókasavnstænastum.
Ein partur av játtanini er ætlaður til at skipa eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum, til økta samstarvið millum bókasøvnini og til menning av bókasavnstænastum, ið nýggja bókasavnslógin leggur upp til.