17.10.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Upplatingarrøða til Heystframsýningina 2025

Upplatingarrøða til Heystframsýningina 2025

Góðu tit øll, sum eru komin saman her í dag.

Listafólk, listakennarar, avvarðandi og øll onnur.

Tað eru í ár 35 ár síðan 1990, tá Felagið Føroysk Myndlistafólk fyrstu ferð skipaði fyri árligari listaframsýning við útvaldum verkum. Oftast – um ikki hvørja ferð – so hevur framsýningin verið í Listaskálanum, og hvørja ferð hevur hon verið á vári.

Tað er í grundini eisini eitt av fáu tingunum, sum beinleiðis er ásett í viðtøkunum hjá Felagnum Føroysk Myndlistafólk:

”§7.Várframsýningin
Várframsýning felagsins er sensurerað listaframsýning, so sum t.d. danska ella norska heystframsýningin. Góðskumetingin skal vera á høgum listarligum støði.”

Nú er heyst og vit eru í Gallarí Havnará, og tí var tað kanska ikki so løgið, at ein, sum hevur verið til munandi fleiri ferniseringar enn undirritaði fekk eitt øgiliga ørkymlað eygnabrá, tá eg fortaldi, at eg var boðin at siga nøkur orð til heystframsýningina hjá Føroyskum Myndlistafólkum í Gallarí Havnará. Tað passar jú onki saman. Skeiv árstíð. Skeivt stað, og í øllum førum skeivur fyriskipari til árstíðina og staðið.

Men tað hevur eina einfalda orsøk. 

Tað var í vár óvist, um Listasavn Føroya fór at vera tókt til framsýningina hjá Føroyskum Myndlistafólkum, og tí bleiv støða tikin til, at framsýningin skuldi vera á heysti í staðin og at hølir máttu finnast. Tá skriv varð sent miðlunum, har spurt var eftir verkum, varð somuleiðis sóknast eftir hølum, og fyri mín part kann eg siga, at listaverkini hanga væl her í Gallarí Havnará.

Eg veit ikki, um tit festu tykkum við orðingarnar úr viðtøkunum hjá Føroyskum myndlistafólkum, men har stóð jú eisini, at “Góðskumetingin skal vera á høgum listarligum støði.”

Sum sagt, so havi eg verið til alt ov fáar ferniseringar til at kunna gera nakran endaligan dóm yvir listaverk, dygd og so framvegis. Men eg havi fingið høvi at síggja listaverk, sum eru við í til hesa framsýningina, og við mínum eygum hava Heiðrikur og Sámal funnið listaverk, sum væl og virðiliga uppfylla viðtøkurnar hjá felagnum. 

Tey, sum hava skapt verkini eru Bjørg Elttør, Guðrið Poulsen, Rakel Helmsdal, Jón Sonni Jensen, Anna Kathrina Højgaard, Alda Mohr Eyðunardóttir, Ole Wich, Tormóður Djurhuus, Rannvá Holm Mortensen, Herit Magnussen, Elin Josefina Smith, Eyð Matras, Bjørg Mohr, Edith Mørkøre, Marjun J. Hentze og Astrid Mouritsen.

Hetta eru fólk úr ymiskum støðum, við ymiskum royndum og ymiskum stílum. Og eg veit ikki, um tit hava lagt tað til merkis. Eg hevði lisið listan við nøvnum fleiri ferðir, áðrenn eg av øðrum varð gjørdur varugur við tað. Men tað eru altso tríggir menn og trettan kvinnur, sum eiga verk her í dag. 

Eg veit ikki, um hetta er eitt rák, og sum landsstýrismaður í javnstøðumálum skuldi eg kanska havt eina meining um, at tað er for galið, at kvinnurnar eru í so stórari yvirvág. Men hinvegin, so eru tað menn, sum hava havt valdið og hava valt verkini út, so eg hugsi ikki, at menninir endaliga eru trýstir út úr myndlistaumhvørvinum.

Fara vit til tað, sum er tað týdningarmesta við einari framsýning, nevniliga sjálv verkini, so leggi eg serliga til merkis, at her eru ekstremt fá landsløg, og at tað er rættiliga gjøgnumgangandi, at olja á lørift ikki er tann mest populeri mátin á hesari framsýningini at fáa tað fram, sum liggur listafólkunum á hjarta. Tað er meira tógv, tekstil, metal og betong. Eg veit ikki, um júst tað er gott ella ringt, men við mínum eygum eru sera nógv góð verk til hesa framsýningina. Verk, sum seta tankar í gongd. Verk, sum hava ein einfaldan greiðan boðskap, og verk, sum krevja eitt sindur meira av okkum, sum uppliva tey.

Og tað er júst tað, sum list er, og tað, sum er orsøkin til, at vit skulu hava føroyska list. Verkini siga okkum nakað, og siga eisini nakað um okkum. Politisk skjøl eru sjáldan poetisk, og av tí eg sjálvur sat við knappaborðið til júst hetta, so kann eg gott siga, at tað ikki er nøkur slóðbrótandi orðing, men tað er framvegis ein sannleiki í hesum orðunum í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu: “Mál, mentan og list er føroyski samleikin í verki”.

Eg veit ikki, um tað endiliga er endamálið hjá øllum føroyskum listafólkum. Altso at gerast partur av føroyska samleikanum, men tað er tað, sum kann henda, óansæð um tað er málið ella ikki. 

Eitt lítið dømi kundi verið verkið hjá Ole Wich, har plantur eru prentaðar á bildekk. Vit føroyingar elska í øllum førum bilar og asfalt. Tað eru til dømis fleiri akfør við nummarplátum enn koyrikort í landinum. Altso meira enn eitt akfar í part. Samstundis vita vit eisini, at blómur meira enn so vaksa upp ígjøgnum asfaltið, og at tað ikki er einfalt at halda gróðrinum burtur úr okkara asfalttúnum, sjálvt um tey flestu av okkum gera okkara besta til hetta minst eina ferð um árið. Helst í brandgulum oljuklæðum við trykkspulara ein góðan summardag, sum hevði verið nógv betri brúktur til okkurt annað.

Eitt sum ger størri mun fyri Føroyar enn trykkspulaði tún eru fólkini kring landið, sum ikki bara fyri stuttleikar og av idealismu, men avgjørt eisini til stuttleika og av idealismu hava privat gallarí. Tey skapa okkara listafólkum pallar upp á ein máta, sum er eitt sindur øðrvísi enn tað almenna. Beint nú eru vit í hølunum Gallarí Havnará hjá Honnu og Boga Andreasen, og tað kemur altso sera væl við fyri okkum sum tjóð, at tað eru fólk sum tey, sum til dømis kunnu hýsa stóru framsýningini hjá Føroyskum Myndlistafólkum.

Við hesum er framsýningin sett. Hjartaliga til lukku við henni. Vónandi fáa tit nógv gott burturúr. 

Takk fyri.