Uppskot til løgtingslóg um útleigan av bústøðum varð sent til hoyringar í vikuni. Endamálið við lógini er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.
Lógaruppskotið roynir at taka hædd fyri teimum ymisku áhugamálunum hjá leigarum og útleigarum og at skapa eina javnvág teirra millum, sum kann gagna øllum pørtum.
Freistin at koma við viðmerkingum er 7. desember 2009. Lógaruppskotið kann síggjast við at trýsta á "Lógaruppskot til hoyringar" undir Snarslóðir.