Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur í dag latið løgtinginum lógaruppskot um at byggja vardar bústaðir til fólk við serligum tørvi í Norðoyggjum og í Eysturoy. Miðað verður ímóti at byggja tvey sambýli til tilsamans 32 fólk.
-----
Landsstýriskvinnan hevur tikið avgerð um, at steðga við at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýli, og heldur fara undir eina tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir. Ætlanin er, at hesi yvir tíð eisini skulu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum, sum í dag ikki eru tíðarhóskandi.
Við lógaruppskotinum verður miðað ímóti at fáa til vega 32 íbúðareindir. Kostnaðurin at byggja bæði sambýlini er mettur til 33 mió. kr. Talan er um smærri íbúðareindir við køk/stovu, sovikamar og wc við felagshølum.
Bygt verður yvir tvey fíggjarár. Sjálv byggingin er mett til at taka 12 mánaðir, og stendur bygningurin væntandi liðugur á sumri 2013.