
Í vikuni var móttøka í Verkhúsinum Stíggjur, í sambandi við at verkhúsið hevur virkað í 25 ár.
Landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, var við til móttøkuna og helt hesa røðu.
Verkhúsið Stíggjur, ið heldur til á Heigavegi í Saltangará, er partur av Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum.
Verkhúsið Stíggjur veitir tilboð til fólk við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Tilboðið er somuleiðis ætlað fólkum, sum hava tørv á stórum stuðli og hjálp í gerandisdegnum.