13.01.2010 · Almanna- og mentamálaráðið

Viðvíkjandi hækkan av egingjøldum fyri eldrarøkt

Í farnu viku fóru tvey uppskot um at tálma útreiðslurnar í eldrarøktini til hoyringar. Viðgerðin av málinum hevur víst, at nøkur viðurskifti tykjast ógreið, og sum eru neyðug at lýsa neyvari.

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotini er úti í morgin, og fer landsstýriskvinnan tá at viðgera hesar gjølla saman við Almannamálaráðnum. Síðani skal málið aftur á landsstýrisfund, har uppskotini verða viðgjørd saman við hoyringssvarum, áðrenn endalig støða verður tikin til broytingarnar, eftir ætlan fáa gildi 1. februar 2010.

Í stuttum er talan um broytingar, ið merkja, at pensjónistar koma at fáa eitt hægri egingjald fyri røkt. Broytingarnar hava fíggjarligar avleiðingar fyri pensjónistar á sambýlum og fyri heimabúgvandi pensjónistar, ið fáa heimahjálp.

Pensjónistur á sambýli
Pensjónistar, sum búgva á eldrasambýlum, skulu sambært ætlaðu broytingunum gjalda eitt grundgjald á 2.000 krónur um mánaðin fyri dagrøkt.

Tað merkir eitt nú, at ein stakur pensjónistur, sum ikki hevur aðra inntøku enn pensjón og samhaldsfasta framyvir kemur at gjalda 5.558 krónur um mánaðin fyri at búgva á sambýli. Fyri hetta fær pensjónisturin kost og logi, umframt alla neyðuga røkt.

Ein stakur pensjónistur, ið ikki hevur aðrar inntøkur enn pensjón og samhaldsfasta, hevur í dag eina mánaðarliga inntøku á gott 9.600 krónur eftir skatt. Hesin vil eftir ætlaðu broytingunum sostatt hava gott 4.000 krónur eftir um mánaðin til aðrar útreiðslur enn kost, logi og røkt.

Heimabúgvandi pensjónistur
Fyri hendan bólkin eru tvær ætlaðar broytingar. Onnur broytingin er, at tímasatsurin fyri heimahjálp verður hækkaður nakað.

Hin ætlaða broytingin er, at inntøkumarkið fyri, nær fólk skulu gjalda fyri heimahjálp, verður lækkað. Her er talan um at lækka markið fyri aðra inntøku enn pensjón og samhaldsfasta.

Í roynd og veru merkir hetta, at allir heimabúgvandi pensjónistar, ið hava inntøku yvir 9.600 krónur um mánaðin eftir skatt, skulu gjalda fyri heimahjálpina. Týdningarmikið er at undirstrika, at pensjónistar, ið ikki hava annað enn pensjónina og samhaldsfasta at liva fyri, skulu framhaldandi ikki gjalda fyri heimahjálp.

Ongantíð gjalda meira enn 30 tímar
Ein pensjónistur kann ongantíð gjalda meira enn fyri 30 tímar heimahjálp um mánaðin, hóast hann fær fleiri enn 30 tímar heimahjálp.