22.09.2010 · Almanna- og mentamálaráðið

Viðvíkjandi mótmælisskrivi tann 25. august 2010 frá Vágs býráð

Svarið, ið landsstýriskvinnan í almannamálum tann 30. august gav Vágs Býráð um umskipanir í eldrarøktini í Suðuroy.

"Vágs Býráð mótmælir í skrivi hin 25. august 2010 ætlanum mínum um at umskipa átta búpláss í eldrarøktini í Suðuroy vísandi til, at verður hendan umskipan framd “er grundarlagið fyri afturgjaldingini tikið burtur og kemur hetta at ganga útyvir aðrar tænastur hjá kommunum” í sunnaru helvt av Suðuroynni.

Kommunurnar eiga rós uppiborið fyri at vísa ábyrgd og framskygni í útbyggingini av eldrarøktini í Suðuroy. Og eg skilji eisini væl, at kommunurnar hava eina fíggjarliga avbjóðing. Líkindini fyri at fáa 40 nýggj arbeiðspláss afturat í sunnaru helvt, hevur tí sjálvsagt havt stóran týdning, tá kommunurnar tóku lán til stóru verkætlanina.

Eg vil vísa á, at uppgávan hjá Almannamálaráðnum er at veita tænastur til borgaran. Tíverri, sum fíggjarvánirnar eru í løtuni, er ikki gjørligt at veita øllum nøktandi tænastu og tí hevur ongantíð verið meira neyðugt enn nú, at raðfesta tænasturnar til borgaran.

Umskipanin
Øll vita, at fíggjarliga støðan við stórum halli á Fíggjarlógini er ein avbjóðing fyri Landsstýrið. At fáa tamarhald á almenna rakstrinum hevur tí verið eitt aðalendamál, tá ið útreiðslukarmurin fyri Fíggjarlógina 2011 varð samtyktur í Løgtinginum í vár.

Eftir at karmurin er samtyktur, er tað mín høvuðsuppgáva sum landsstýriskvinna at tryggja, at borgarin fær so góða tænastu sum gjørligt innan givnu játtan. Og tað meti eg, at ætlaða umskipanin livir upp til.

Í Suðuroyar øki fevnir ætlaða umskipanin um, at frameftir skal bert eitt búfólk búgva í hvørjum kamari, heldur enn tvey, sum er støðan fyri 16 búfólk á Ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri. Eg haldi ikki at tað er virðiligt, at fólk liggja ellisárini saman á tveymanskømrum og tí fáa átta búfólk møguleikan at flyta í meira hóskandi búpláss í Vági. Nýggjastu tørvsmetingarnar hjá Nærverk vísa somuleiðis, at í juli 2010 høvdu sjey fólk í Suðuroy bráðfeingistørv á røktarheimsplássi, so rúm er fyri fleiri búfólkum í Vági.

Ætlanin verður sjálvsagt framd í samráð við búfólk og avvarðandi og byggir á, at búfólk sjálvboðin ynskja tað. Talan verður tí als ikki um at flyta fólk ímóti egnum vilja. Samanumtikið skuldi tað, við hesari umskipan, verið gjørligt hjá átta búfólkum at fingið betur og virðiligari umstøður, samstundis sum játtanin kann halda.

Nógv nýggj arbeiðspláss
Hóast talið av starvandi á ellisheiminum á Tvøroyri minkar við eini 10 ársverkum, so koma tað framhaldandi at verða skapt 40 nýggj arbeiðspláss á Røktarheiminum í Vági. Afturat hesum verða 10-15 arbeiðspláss á økisdeplinum fyri sinnisveik, sum er partur av nýbyggingini í Vági. Tað vil siga, upp í móti 55 ársverk vera vesturi á Eiðinum, tá byggingin er liðug, svarandi til samanlagt 45 fleiri í Suðuroynni.

Vísandi til lyftið, ið Landsstýrið skal hava givið Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunu um 40 nýggj ársverk, so er hetta væl og virðiliga uppfylt.

Rósa Samuelsen
landsstýriskvinna"