16.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Virðislønir landsins 2022

Virðislønir landsins 2022

Í komandi viku fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2022.

Handanin verður á hátíðarhaldi í Tórshavnar Musikkskúla, í konserthøllini Hátúni, mikukvøldið 22. februar kl. 19.00.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

  • Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
  • Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
  • Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin fyri at kveikja ung listafólk og stimbra tey í menningini av yrkisleiðini.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.