Eitt samt Løgting hevur í dag við triðju viðgerð samtykt at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi. Depilin verður eftir ætlan klárur at taka í nýtslu í 2016.
Virknis- og umlættingardepilin fer m.a. at hava endamál at útvega karmar til børn og ung, sum av ymiskum orsøkum hava tørv á ymsum stuðulstilboðum í dagligdegnum, og at skipa soleiðis fyri, at tilboðini kunnu býtast í virknistilboð, umlætting og møguliga vardan bústað í framtíðini.
Eisini er ætlanin at skipa eina umlætting, sum hevur til endamál at avlasta foreldur og harvið lætta um í heiminum.
Tey, sum koma til umlætting skulu uppliva trivna í einum heimligum umhvørvi, við ymiskum upplivingum, sum hava eitt mennandi innihald. At talan er um ein virknisdepil, merkir samstundis, at børn út øllum landinum kunnu koma í styttri ella longri tíðarskeið at fáa skeið og mennandi tilboð tillaga teirra tørv.
Hædd er tikin fyri møguligum framtíðartørvi og at tað í hesum sambandi verður skipað soleiðis fyri, at ein partur av umlættingini lættliga kann umskipast til vardan bústað, ið skal hýsa børnum og ungum, har tørvur er á at tey flyta heimanífrá undir vard viðurskifti at búgva.
Annika Olsen, landsstýriskvinna, fegnast um, at Løgtingið hevur samtykt at byggja virkis- og umlættingardepilin. “Sandoyingar fáa við hesum ein depil, har bæði brúkarar og starvsfólk fáa karmar, sum eru bygdir til endamálið. Talan er ikki um eitt siðbundið tilboð, sum vit kenna tað í dag. Heldur er talan um hølir, har møguleiki er fyri at broyta og tillaga virksemið eftir tørvinum á økinum og í landinum sum heild.”
Næsta stigið er at fara undir at byggja eitt sambýli til fólk við serligum avbjóðingum í Tórshavn. Peningur er settur av til fyrireikingarnar á fíggjarlógini í ár, og ætlanin at fara undir byggingina í 2015.