
Viðurskiftini hjá børnum, sum búgva á Barnaheiminum, verða nú betri skipað.
Hetta sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.
Við nýggjari kunngerð um virksemið á samdøgursstovnum verða viðurskiftini hjá børnum á Barnaheiminum betri skipað:
Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á økinum verður endaliga ásett. Meðan barnið býr á Barnaheiminum er tað Almannaverkið, sum hevur skyldu at veita alla neyðuga umsorgan og viðgerð, eins og at halda allar útreiðslur, ið standast av uppihaldinum.
Viðgerðarætlan fyri barnið verður gjørd í samstarvi millum avvarðandi barnaverndartænastu og Almannaverkið og viðgerðartilboðini, ið Barnaheimið hevur skyldu at veita, verða nágreinað.
Talan er um eitt frambrot, tí tað er fyrstu ferð at hesi viðurskifti eru skipaði í kunngerð.