
Í heyst játtaði landsstýriskvinnan fígging til nýggja verkætlan á Stjørnulon til heimabúgvandi pensjónistar við demens. Sambært leiðara, starvsfólkum, húsfólkum og avvarðandi hevur verkætlanin eydnast til fulnar.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, var í farnu viku og vitjaði varda dagtilhaldið Stjørnulon, ið liggur í Tórshavn. Landsstýriskvinnan hevði fingið innbjóðing til millummála og hugnaliga samveru frá húsfólkunum í Stjørnulon, og ynsktu tey at greiða landsstýriskvinnuni frá, hvussu væl tey trívast og hvussu dugnalig starvsfólkini eru. Leiðarin á Stjørnulon, Ester Husgaard, fegnaðist um vitjanina og segði so væl: ”Vit minnast í felag”.
Í september tók landsstýriskvinnan stig til at víðka tilboðið soleiðis, at tað fyribils eisini er opið um kvøldið. Endamálið við víðkaða virkseminum var í fyrsta lagi at geva fólkum við demens ein innihaldsríkan dag við góðum og jaligum upplivingum. Í øðrum lagi at minka um ampa- og stressfaktorarnar hjá teimum avvarðandi og í triðja lagi at stytta um bíðitíðina á bíðilistanum.
Nú verkætlanin hevur virkað í nakrar mánaðir er niðurstøðan frá starvsfólkum, húsfólki og avvarðandi, at endamálið við víðkaða tilboðnum hevur eydnast til fulnar. Húsfólkini hugna sær á varda dagtilhadlinum trívast samanumtikið nógv betur í gerandisdegnum. Samstundis er bíðitíðin minkað niður í eina helvt.