""Fyri at venda aftur til ræðusøgurnar um eldrabyrðu og eldrabylgju. Hesar søgur gloyma eisini eitt annað týðandi prinsipp í vælferðarsamfelagnum, nevniliga at vælferðarsamfelagið eisini er ein ættarliðssáttmáli.
Har hvørt ættarlið letur sítt íkast til næsta ættarlið, og har øll taka ábyrgd fyri at víðarimenna og framtíðartryggja vælferðina", segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, millum annað í setanarrøðu sínari til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum Landsfelag Pensjónista skipaði fyri.
Sí røðuna niðanfyri
Setanarrøða í samband við Eldradagar í NLH (23. nov. 2012)