NOSOSKO hevur givið út nýggja útgávu av Social tryghed i de nordiske lande 2011/12.
Árliga afturvendandi ritið greiðir frá sosialu vælferðarskipanum í norðurlondum á ein stuttan og nágreiniligan hátt. Harumframt er ein ørgrynna av talvum og ritmyndum, sum lýsa og samanbera vælferðaskipanir.
Ritið fevnir eisini um hagtøl viðvíkjandi fólkatali og samanseting av inntøku, arbeiðsloysi, sjúkafráveru, fólka- og fyritíðarpensjón, øðrum sosialum veitingum umframt samanberingar av útreiðslum til vælferðaskipanir.
Til ber at fáa ritið ókeypis á heimasíðuni: nowbase.org.
Ritið lýsir m.a. broytingar í tali av døgum við útgjaldi av barsilsgjøldum í londunum, vit samanbera okkum við. Tølini vísa m.a. at alsamt fleiri menn í norðurlondum fara í barsil.
sí meira her ReadSpeaker
Um Nososko og ritið:
NOSOSKO er ein nevnd undir norðurlendska ráðharraráðnum, sum hevur virkað síðan 1946. Hvørt ár gevur hagtalsnevndin út eitt rit, sum samanber norðurlendsk hagtøl á sosiala økinum. Føroyar hava verið partur av NOSOSKO síðan 2005.
Almannamálaráðið og Hagstova Føroya luttaka í nevndini og samstarvsbólkum, sum eru settir av Nososko. Tey komandi árini eru Føroyar fyriskipari av ritinum Social tryghed i de nordiske lande.