28.05.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Vitjan av fronskum sendiharra og stjóra á Institut Français

Vitjan av fronskum sendiharra og stjóra á Institut Français
1 / 2

Í gjár var Málráðið í almanna- og mentamálaráðnum og greiddu fransmonnum frá um søguna og støðuna hjá føroyska málinum. Sirið Steenberg, landstýriskvinna, hevði fingið vitjan av Christophe Parisot, fronskum sendiharra, og Carl Engelsen, stjóra á Institut Français í Keypmannahavn, umframt Honnu Jensen, fronskum konsli í Føroyum.

Eftir framløguna gekk prátið. Franskt og føroyskt eru ikki skyld mál, men kortini er okkurt í felag. Bæði skriftmálini eru etymologisk, bygd á fornmál, og so eru fransmenn eins og føroyingar ernir av móðurmálinum og síggja týdningin í at verja tað.

Vit takka fyri løtuna saman og ynskja ferðalagnum góða ferð víðari.

Mynd1 f.v.: Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri, Carl Engelsen,  stjóra á Institut Français í Keypmannahavn, Hanna Jensen, franskur konsli í Føroyum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Christophe Parisot,  franskur sendiharri, umboðini fyri Málráðið: Henry á Fríðriksmørk og Rakul Skaale Andreasen. 

Mynd 2 f.v.: Hanna Jensen, franskur konsli í Føroyum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Christophe Parisot,  franskur sendiharri