Gjald fyri heimatænastu

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. (broytt gjald fyri heimahjálp)
Frágreiðing

Uppskotið snýr seg um at broyta inntøkutreytirnar hjá pensjónistum í sambandi við gjald fyri heimahjálp. Við uppskotinum verður inntøka hjá hjúnafelaga ikki longur roknað við í inntøkugrundarlagið í sambandi við gjaldsáseting. Harumframt verður árliga inntøkuloftið, áðrenn gjald, hækkað úr 12.000 kr. fyri støk og 22.500 kr. fyri hjún til 50.000 fyri øll. Sostatt verður bert ein gjaldskipan hjá pensjónistum. Gildiskoman er sett til 1. januar 2021

Ummælisfreistin er farin
02.10.2020
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Eldrarøkt
Slag
Lógaruppskot v.m.
Dagfesting
21.08.2020
Samband
www.amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Kunngerð