Kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar (Freist fyri ummæli og nágreining av 100 ára markinum fyri broytingum og umvælingum og onnur byggifaklig hjálp)
Frágreiðing

Broytingarkunngerðin ásetir freistir fyri, nær ummæli skal fáast til vegar í sambandi við umvæling av kirkjubygningi og broyting ella umvæling av innbúgvi. 

Fyri at víðka um útboðið av ráðgeving í sambandi við arbeiðir við eini kirkju, verður tað skotið upp, at tað eisini skal vera møguligt at fáa sær aðra fakliga byggikøna ráðgeving við gjøllum kunnleika til kirkjubygningar.

Ummælisfreist
27.10.2025
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Mentanarøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
29.09.2025
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Bygningar Fólkakirkjunnar