Uppskot til kunngerð um avhending av talgildum skjalasavnsútgávum

Heiti
Uppskot til kunngerð um avhending av talgildum skjalasavnsútgávum
Frágreiðing

Uppskotið hevur ásetingar um avhending av talgildum savnindum og skipanum, sum eru framleidd av almennum myndugleikum og stovnum, og sum sambært løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018 skulu varðveitast. Sambært kunngerðini skulu varðveitingarverdar dátur frá kt-skipanum varðveitast sum skjalasavnsútgávur, ið verða framleiddar eftir leiðbeining í skjølunum 2-8 og avhendar Tjóðskjalasavninum.

Ummælisfreistin er farin
16.06.2023
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almanna- og mentamálaráðið
Slag
Mentamál
Dagfesting
17.05.2023
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Avhending Av Talgildum Skjalasavnsútgávum