Uppskot til kunngerð um doping, dopinglistin 2026

Heiti
Uppskot til kunngerð um doping, dopinglistin 2026
Frágreiðing

Á hvørjum ári dagførir altjóða anti-dopingfelagsskapurin WADA sín dopinglista, t.e. yvirlit yvir hvørji evni og mannagongdir eru bannað at brúka í altjóða viðurkendum ítrótti. Antidoping Danmark týðir listan til danskt, og vit í Føroyum brúka donsku týðingina sum skjal til eina nýggja kunngerð árliga.

Antidopingarbeiðið í Føroyum er løgskipað í løgtingslóg nr. 88 frá 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti, og við heimild í § 2 í løgtingslógini er Ítróttasamband Føroya góðkent at vera dopingeftirlit í Føroyum.

Fyri at dopingeftirlitsfelagsskapurin lógliga kann fremja dopingeftirlit í Føroyum, skal landsstýrismaðurin sbrt. § 1 í løgtingslógini áseta, hvørji evni og hvørjar atferðir eru at rokna sum doping.

Hesar reglur eru ásettar í galdandi kunngerð nr. 132 frá 18. desember 2024. Í kunngerðini verður ásett, at sum doping verða roknað tey evni og tær atferðir, ið eru lýst í skjali 1, ið er galdandi dopinglistin hjá WADA. Av tí at listin verður dagførdur hvørt ár, er árliga tørvur á, at skjal 1 verður skift út við nýtt skjal við dagførda listanum. Dagføringin, ið nú verður gjørd, snýr seg tí um, at dopinglistin fyri 2025 verður skiftur út við dopinglistan fyri 2026.

Sambært Anti Doping Danmark eru nakrar smærri justeringar og tvær meiri týðandi broytingar í dopinglistanum fyri 2026 (Dopinglisten 2026):

  1. Kulilte-genånding (M1.4 – Manipulation af blod og blodkomponenter):
    Fra 1. januar 2026 er det forbudt at anvende kulilte (CO) til præstationsfremmende formål, herunder brug af CO-genåndingssystemer. Denne metode kan stimulere produktionen af røde blodlegemer ved at inducere hypoxi, hvilket kan forbedre udholdenhed. Dog er diagnostisk anvendelse af CO fortsat tilladt, f.eks. ved måling af hæmoglobinmasse eller bestemmelse af lunge-diffusionskapacitet, når det udføres under lægeligt eller videnskabeligt tilsyn.
  2. Salmeterol (S3 – Beta-2-agonister):
    Der er ændrede doseringsintervaller for inhaleret salmeterol. Fra 1. januar 2026 må der højst inhaleres 100 mikrogram salmeterol inden for 8 timer, mens den maksimale daglige dosis forbliver 200 mikrogram. Disse ændringer er indført for at forhindre potentiel præstationsfremmende effekt ved højere doser. 

 Aðrar broytingar verða ikki gjørdar í kunngerðini.

Ummælisfreist
27.11.2025
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Mentanarøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
13.11.2025
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
25 30106 Kunngerð Um Doping