Uppskot til kunngerð um skylduavhending

Heiti
Uppskot til kunngerð um skylduavhending
Frágreiðing

Dagføring av kunngerð avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið sambært løgtingslóg nr. 78 frá 1. juni 2023 um bókasøvn. Dagførda kunngerðin hevur nærri ásetingar um avhending av talgildum verkum. Saman við kunngerðini er í skjali 1 og 2 listar við teimum verkum, ið ávikavist eru og ikki eru avhendingarskyldug.

Eins og áður skulu 4 verk avhendast til Landsbókasavnið. Tó kann Landsbókasavnið gera frávik frá avhendingarskylduni, serliga í førum, har tað snýr seg sum ávís sløg av verkum, eitt nú verkum, ið koma út í fáum og kostnaðarmiklum eintøkum.

Ummælisfreist
26.02.2024
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Mentanarøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
26.01.2024
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Uppskot Um Kunngerð Um Skylduavhending