Uppskot til løgtingslóg um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um bráðfeingis bústaðir og serreglur á almannaøkinum fyri burturriknar ukrainar
Frágreiðing

Landsverk fær við lógaruppskotinum greiða heimild at útvega bygningar og hølir at leiga út sum bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar, sum ikki hava annan hóskandi bústað, og at gera bústaðirnar klárar og halda teir við líka. Landsverk fær við uppskotinum eisini heimild at áseta serstakar leigureglur (uppskotið ásetur, at leigulógin ikki verður galdandi fyri leigumálini) og skilhaldsreglur fyri leigumálini. Bráðfeingis bústaðirnir verða skipaðir sum felags bústaðir – sum eitt slag av búfelagsskapi – har einstaklingar og familjur sum meginregla fáa hvør sítt kamar/kømur, men mugu deila køk, ves og onnur felagshølir saman við øðrum persónum.

Almannaverkið fær við uppskotinum heimild at seta ein sosialan samskipara, sum burturav skal taka sær av at hjálpa persónunum í bráðfeingis bústøðunum, ella at gera avtalu við ein uttanhýsis part um at veita hesa tænastuna, ella part av hesi tænastu, vegna Almannaverkið. Við uppskotinum fær landsstýrisfólkið í almannamálum harafturat heimild at serreglur um barnaískoyti, uppihaldsveiting, arbeiðsbúgving og virknisvenjing til burturriknar ukrainar.

Ummælisfreist
19.12.2025
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almannaøkið
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
21.11.2025
Samband
ammr@ammr.fo
Málsviðgjørt
Almanna- og mentamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Fyribils Bústaðir Til Ukrainar, Ið Hava Fyribils Uppihaldsloyvi Í Føroyum