Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m
Skotið verður upp at umskipa leistin fyri stuðli til yrkisleiklist soleiðis, at tað frameftir verður Mentanargrunnur Landsins, sum eftir tilmæli frá nøkrum sakkønum ráðgevum, fer at taka avgerðir um stuðul til yrkisleiklist. Mentanargrunnurin umsitur frammanundan eina røð av stuðulsskipanum. Stuðulin til yrkisleiklist skal hava sína egnu stuðulsjáttan á fíggjarlógini, soleiðis at skilnaður er millum hesa játtan og aðrar játtanir, ið Mentanargrunnurin umsitur. Sami leistur er gjørdur fyri filmsstuðulin, ið upp til 31. des. 2024 lá beinleiðis undir landsstýrisfólkinum.
Endamálið við broytingini er at tryggja armslongd frá politisku skipanini, sum eisini stendur í samgonguskjalinum.
Skotið verður eisini upp at broyta heitið “leiklist” til “palllist”, sum verður mett at vera eitt breiðari hugtak, ið fevnir um øll viðkomandi sløg av list at pallseta.
Við uppskotinum fær Leiklistaráðið hjá Tjóðpallinum, frameftir nevnt Palllistaráðið, varafólk, og Palllistaráðið fær samstundis betri umstøður at hugsavna seg um virksemið á Tjóðpallinum saman við stjóranum.

