Kunning um dátuvernd

Tá tú sendir Almanna- og mentamálaráðnum ein teldupost, verður mál stovnað og telduposturin skrásettur í skjalhaldsskipanina.

Eru persónsupplýsingar í teldupostinum, verða hesar eisini skrásettar. Tað sama er galdandi fyri viðkvæmar persónsupplýsingar.

Upplýsingarnar um teg verða bara viðgjørdar sum liður í málsviðgerðini.

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).

Sum dátuábyrgdari leggur Almanna- og mentamálaráðið dent á, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum.

Almanna- og mentamálaráðið hevur tí sett tiltøk og fyriskipanir í verk, sum eitt nú skulu tryggja persónsupplýsingarnar ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð.

Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum – umframt hvør ið hevur roynt at fingið atgongd til málini.

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Almanna- og mentamálaráðið savnar upplýsingar um teg, tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Almanna- og mentamálaráðið viðger um teg, og í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at Almanna- og mentamálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Almanna- og mentamálaráðið, kanst tú senda ein teldupost til: ammr@ammr.fo