22. desember 2022 fráboðaði løgmaður býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar. Í kapittul 4 eru heimildirnar hjá landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum ásettar.

Fyrisitingarheimildir

§14. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1) L. nr. 88 af 15. maj 1903 om Valgmenigheder, sbr. ræðislógina § 2.

2) L. nr. 128 af 28. april 1916 om Afstaaelse af Grund til Kirker og Kirkegaarde, sbr. ræðislógina § 2.

3) L. nr. 677 af 22. december 1919 om Forbud mod Videresalg af Billetter til offentlige Forlystelser.

4) A. nr. 441 af 21.11.1923 hvorved Lov nr. 353 af 7. August 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i Kraft på Færøerne, § 2 b, sbr. ræðislógina § 2.

5) Ll. nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.

6) Ll. nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn.

7) Ll. nr. 26 frá 17. august 1955 um Føroya Náttúrugripasavn.

8) Ll. nr. 29 frá 24. apríl 1957 um Havnar Skansa.

9) L. nr. 225 af 31. mai 1968 om anmeldelse af fødsler og dødsfald, § 4.

10) Ll. nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við um bygdasøvn við mentunarsøguligum virksemi.

11) Ll. nr. 93 frá 4. oktober 1984 um biografar.

12) L. nr. 719 af 18. november 1987 om udlægning af særforsorgen m.v. på Færøerne.

13) Ll. nr. 111 frá 3. oktober 1988 um vardar íbúðir.

14) Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um skjalasøvn.

15) Ll. nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul.

16) Ll. nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

17) Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51, og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

18) Ll. nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.

19) Ll. nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening.

20) Ll. nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensiónir o.a.

21) A. nr. 885 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om begravelse og ligbrænding (Begravelsesloven), sbr. ræðislógina § 2.

22) A. nr. 888 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger, sbr. ræðislógina § 2.

23) Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um javning av almannaveitingum.

24) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, § 6 a og kærumál, sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

25) Ll. nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins.

26) Ll. nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m.

27) Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.

28) A. nr. 37 af 22. januar 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, § 13, § 14, stk. 2, § 15, § 18, stk. 3 (kirkjulig vígsla), og § 20, stk. 1.

29) Ll. nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.

30) Ll. nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

31) Ll. nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

32) Ll. nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp.

33) Ll. nr. 118 frá 20. desember 2006 um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.

34) Ll. nr. 60 frá 7. juni 2007 um fólkakirkjuna í Føroyum.

35) Ll. nr. 61 frá 7. juni 2007 um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunnar.

36) Ll. nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð.

37) Ll. nr. 42 frá 26. mai 2008 um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

38) A. nr. 581 af 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 10 a, stk. 1.

39) Ll. nr. 107 frá 17. august 2009 um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn.

40) Ll. nr. 44 frá 17. mai 2011 um ávís tiltøk samsvarandi stovningarsáttmála Sameindu Tjóða.

41) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2011 um stuðul til Saltsilogrunnin.

42) Ll. nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð.

43) Ll. nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk.

44) Ll. nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip.

45) Ll. nr. 48 frá 10. mai 2013 um embæti og størv í fólkakirkjuni.

46) Ll. nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m..

47) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2014 um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini.

48) Ll. nr. 30 frá 30. apríl 2015 um upphavsrætt (Upphavsrættarlógin).

49) Ll. nr. 35 frá 31. mars 2017 miðlastuðul.

50) Ll. nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti.

51) Ll. nr. 59 frá 30. apríl 2018 um at byggja ein vardan bústað í Tórshavn.

52) Ll. nr. 60 frá 30. apríl 2018 um at byggja eitt búheim og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu.

53) Ll. nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar.

54) Ll. nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur.

55) Ll. nr. 85 frá 7. juni 2020 um dagføring av vardum bústøðum.

56) Ll. nr. 88 frá 7. juni 2020 um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti.

57) Ll. nr. 103 frá 25. juni 2020 um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar, almannagagnligar felagsskapir o.o. í sambandi við COVID-19.

58) Ll. nr. 68 frá 5. mai 2021 um stuðul til listafólk í sambandi við COVID-19.

59) Ll. nr. 69 frá 5. mai 2021 um stuðul til almannagagnligar felagsskapir og áhugafeløg í sambandi við COVID-19.

60) Ll. nr. 144 frá 15. november 2021 um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar vegna COVID19 í 2021.

61) Ll. nr. 65 frá 4. mai 2022 um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.

62) Ll. nr. 63 frá 4. mai 2022 um stuðul til listafólk, sum hava verið fyri fíggjarligum missi í tíðarskeiðinum 1. mai 2021 til 31. januar 2022 í sambandi við COVID-19.

63) Ll. nr. 83 frá 16. mai 2022 um heimild at fíggja Koltursætlanina.

Umsitingarøkið

§15. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum umsitur almannaveitingar, antikvariska serskipan fyri Koltur, eldramál, fólkapensjónsgjøld úr landskassanum, ítróttarmál, javnstøðumál, kirkjumál og onnur trúarsamfeløg, tó ikki, hvussu kirkjubókaførandi sóknarprestar skulu skráseta í kirkjubókini sambært navnalógini, kringvarpssendinet, loftmiðlamál, mentamál, serforsorgarmál, tó ikki viðvíkjandi børnum og ungum, stovnar og fyriskipanir innan almannaøkið. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært grein 33, pkt. 1 í Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Stk. 2. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1) Dugni.

2) Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

3) Kirkjubømúragrunnurin.

4) Klaksvíksgrunnurin.

5) Kringvarpi Føroya.

6) Listasavni Føroya.

7) Orðabókagrunninum.

8) Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

9) Sjóndepilin.

10) Stiftsstjórnin.

Løgtingslógaruppskot

§16. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 5: Almenn forsorg.

2) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 10: Skjalasøvn, bókasøvn, gripagoymslur.

3) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 11: Friðan av bygningum.

4) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 14: Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi, skemtunarmál.

5) Sbr. heimastýrislógina lista A, nr. 16: Eins rættindi fyri menn og kvinnur.

6) Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, stk. 2, nr. 2, tó ikki tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu, § 1, stk. 2, nr. 3, tó ikki tá ið tað snýr seg um børn og ung, og § 1, stk. 2, nr. 10.

7) Sbr. heimastýrislógina lista B, nr. 1, sbr. Ll. nr. 62 frá 7. juni 2007 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum:

Fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg og Ll. nr. 35 frá 9. mai 2008 um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum: Halgidagslóggáva.

Ríkislógartilmælisuppskot

§17. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógina § 49:

1) Sbr. yvirtøkulógina § 1, stk. 2: Stjórnarskipan danska ríkisins, tó bert viðvíkjandi lóggávuni um statens arkiver.

2) Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Fólkatrygging.

3) Sbr. ræðislógina § 1, stk. 2: Serumsorgan, tó ikki teir partar sum snúgva seg um børn og ung.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§18. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur ræði á viðkomandi greinum í løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§19. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum 7 stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1) Almannaverkið, tó ikki viðvíkjandi serligum viðurskiftum hjá børnum og ungum.

2) Almannamálaráðið.

3) Landsbókasavnið.

4) Tjóðsavnið.

5) Tjóðskjalasavnið.