
Ert tú Føroya fyrsta Brekumboð?
Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu hava eitt Brekumboð. Talan er um eina nýggja fyriskipan, ið skal virka sambært løgtingslóg um Brekumboð.
Høvuðsuppgávurnar eru millum annað at:
Hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek (Breksáttmálan)
Veita ráð og vegleiðing um spurningar viðvíkjandi rættindum, kæru- og klagumøguleikum
Veita kunning og frálæru, og gera frágreiðingar og kanningar
Birta kjak um viðkomandi spurningar um rættindi hjá fólki, ið bera brek
Virka fyri, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðuligari í almenna rúminum
Brekumboðið skal hava eitt sakligt, framlítandi og virkið eftirlit, sum bæði borgarar og myndugleikar kunnu hava álit á og virðing fyri. Nærlagni, góðska og óheftni eru aðaltættir í starvinum. Harumframt hevur Brekumboðið ábyrgd av fyrisitingar-, fíggjar-, kt-trygdar- og starvsfólkamálum.
Skipanarliga hevur Brekumboðið eina ráðgevandi nevnd afturat sær, ið hevur til endamáls at veita kunning, ráð og íkast til Brekumboðið. Brekumboðið kann innanfyri verandi játtan seta starvsfólk í starv og taka serligan sakkunnleika við í arbeiði sítt.
Førleikakrøv
Brekumboðið skal hava:
Viðkomandi útbúgving á kandidatstøði ella líknandi
Góðan kunnleika til lógir og skipanir
Góðan kunnleika til viðurskifti, sum serliga eru viðkomandi fyri fólk, ið bera brek
Kunnleiki og starvsroyndir við mannarættindasáttmálum, kann vera ein fyrimunur
Kunnleiki til arbeiðið hjá feløgum, ið umboða fólk við breki, kann vera ein fyrimunur
Royndir innan almenna umsiting kann vera ein fyrimunur
Brekumboðið skal hava góð samstarvsevnir, skal duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum, og skal hava førleikar at traðka fram og at siga sína hugsan alment.
Setanartreytir og annað
Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár, men kann leingjast við trimum árum. Starvið er lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumonnum Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv, við eftirlønargjaldið á 15%.
Brekumboðið skal virka um alt landið. Skrivstovuhølini eru í Klaksvík. Starvið verður sett frá 1. november 2025 ella eftir nærri avtalu. Tann, ið verður settur, má tola bygnaðarligar og aðrar broytingar í starvinum.
Brekumboðið virkar leyst av landsstýrinum og er óheft í virki sínum. Tó er tað landsstýrismaðurin í almannamálum, ið setur og loysir Brekumboðið úr starvi.
Umsóknir
Umsóknir, saman við lívsrensli, avriti av prógvum o.ø., skulu sendast við telduposti til umsokn@ammr.fo og skulu vera Almanna- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. september 2025. Kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jeanette E. Blaasvær, deildarstjóra, á telefon 734056.