Faklig nevnd til børn við serligum tørvi

Í sambandi við at uppgávan at veita børnum við serligum tørvi tilboð er býtt millum kommunurnar og Almannaverkið, setur landsstýrisfólkið í almannamálum eina óhefta fakliga nevnd at gera tilmæli í teimum førum, ivamál er um, hvør myndugleiki eigur ábyrgdina.

Í førum har ein kommuna ikki metir seg vera føra fyri at játta ansingarpláss til eitt barn, tí barnið hevur ein heilt serligan tørv, skal kommunan, áðrenn avgerð er tikin, sambært dagstovnalógini beina málið víðari til Almannaverkið. Um Almannaverkið í tílíkum førum ikki metir, at barnið skal hava tilboð sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, skal Almannaverkið leggja málið fyri nevndina. Øll mál, ið semja ikki er um millum kommununa og Almannaverkið, skulu leggjast fyri nevndina.

Landsstýrisfólkið velur 3 serfrøðingar til ávikavist limir og varalimir í nevndina. Nevndin verður vald fjórða hvørt ár og verður mannað við 3 serfrøðingum, sum t.d. barnalækna, barnapsykiatara, sálarfrøðingi, heilsufrøðingi, námsfrøðingi, fysioterapeuti e.l.

Almannaverkið tekur avgerð eftir tilmæli frá nevndini. Avgerðin hjá Almannaverkinum kann kærast til Føroya Kærustovn.

Samband

Fakliga nevndin til børn við serligum tørvi
c/o Almannaverkið
Staravegur 18
100 Tórshavn

Limir í fakligu nevndini:
Rókur á Fløtum Jespersen, sálarfrøðingur
Sólrun Foldbo, heilsufrøðingur
Katrin Karlsdóttir Johansen, námsfrøðingur

Varalimir í fakligu nevndini:
Marjun Nielsen, sálarfrøðingur
Ingvør Justinussen, heilsufrøðingur
Elsa H. av Reyni, námsfrøðingur